Um Leikstovuna

Leikstovan.

Leikstovan er eitt síðuprojekt og ein roynd at kanna um tað ber til at hava ein nethandil í Føroyum, sum selur framkomin borðspøl, kortspøl og rolluspøl og samstundis halda prísunum á einum rímuligum støði. Ætlanin er so vítt møguligt at halda prísirnir á donskum støði, kanska lægri. Vit fáa at síggja hvussu leikur fer.

Royndin er liðug og niðurstøðan er at um ein skal gera ein slíkan handil veruliga góðan, noyðist nógv meira tíð til. Tíð sum eg ikki havi. Ætlanin var at hetta skuldi vera eitt hugnaligt síðuprojekt og tað ber ikki til. Ein lærurík prosess sum hevur givið mær erfaringar til framtíðina.

/Niclas.