Keypstreytir

Prísir
Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað.
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.

Bílegging
Tygum bíleggja við at skriva allar týðandi upplýsingar í útfyllingarteigarnar.
Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast.
Bíleggingarváttan verður send til teldupostadressuna.
Bíleggingar ið eru bílagdar við bankaflyting sum gjaldshátt verða sendar tá ið peningurin er móttikin.
Er vøran ikki á goymslu, fáa tygum boð gjøgnum telefon ella teldupost. Peningurin verður fyrst trektur tá vøran verður send frá Leikstovuni av.

Gjaldsháttur
Tygum kunnu gjalda við vanligastu gjaldskortunum. Tygum skriva inn kortnummar, endadag og eftirlitstal, tá bílagt verður. Harvið loyva tygum leikstovuna at taka upphæddina av kontu tygara. Samskiftið við SSL (Secure Socket Layer) loysnina er krypterað, soleiðis at hvørki Leikstovan ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum.

Trúnaður
Upplýsingarnir – navn, bústaður og t-postur – ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana.

Vørukoyring
Vøran kann avheintast á bústaði okkara eftir avtalu (kontakta okkum á leikstovan@leikstovan.fo ella smsa til tlf. 581138) ella tú kannst velja at fáa hana koyrda út við Posta fyri 59 kr. Veitingartíðin er 1-2 gerandisdagar og í summum førum sama dag, um bílagt verður nóg tíðliga á degnum.

Trygd/umbýting
Iðranarrættur: Allar vørur kunnu latast inn aftur innan 14 dagar frá móttøkudegnum, treytað av at vøran er óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligum pakningi. Hetta er tó ikki galdandi fyri vørur ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan. Allar vørur eru umfataðar av 2 ára reklamatiónsrætti, tó ikki uppá slit og skeivari nýtslu av vøruni. Vøran kann sendast aftur til Leikstovuna treytað av at hon er í upprunainnpakningi. Um so er at vøran skal umbýtast við aðra vøru, skal hetta gerast innan 30 dagar eftir at Leikstovan hevur sent vøruna.